Køkkensælger, Færøerne

Denne stilling er desværre ikke længere ledig.
Se alle ledige stillinger

Søkt verður eftir køksseljara!


Kundi tú hugsað tær at verið við í okkara føroyska ævintýri? [xxxxx] hevur júst latið upp handil í Havn, og okkum tørvar fleiri hendur. Vit leita tí eftir tær, ið ert hegnig/-ur at selja, og sum kanst veita viðskiftafólkum bestu tænastuna. Kanst tú játta tað? So bjóða vit tær eina áhugaverda starvsleið í vinnuni.

Heilt nýggir køksmøguleikar

Saman við sølustjóranum Martini fært tú ábyrgdina av nýggju handlinum, sum liggur miðskeiðis í Havnini, har tú hvønn einasta dag skalt vera við til at at tryggja eina dygdargóða uppliving hjá viðskiftafólki okkara í Føroyum. Tú fært dygga upplæring, so tú ert væl og virðiliga klár/-ur til hetta køksævintýrið.

Sum køkssølufólk í [xxxxx] er tað tín fremsta uppgáva at vera við til at tryggja viðskiftafólkunum allarbestu tænastuna. Tað gert tú við brosi á varrunum, einum dygdargóðum søluarbeiði, umframt at tú hevur hug at ganga tørvinum hjá viðskiftafólkinum á møti. Góð tænasta elur góða umrøðu millum vinir og kenningar, sum síðan smittar á aðra sølu - tað er tað, ið er kjarnin í tí bestu tænastuni.

Í [xxxxx] hava vit ein lættan tóna okkara millum. Innanhýsis kapping okkara millum er ógviliga stór, men vit lyfta saman og hjálpa hvør øðrum at koma á mál við tí, vit hava fyri.

Um teg

  • Tú livir og andar fyri at selja, torir at seta spurningar og koma við nýggjum tonkum.
  • Tú hevur áður arbeitt og havt eydnuna við tær í stórum sølutilgongdum og veitst, hvat krevst fyri at fullfíggja ein handil. Og tú torir at loka hann. Tað merkir, at tú kennir øll grundstig í sølu út í æsir.
  • Títt søluhegni er framúr gott.
  • Tú skilir arbeiðslagið, lurtar eftir viðskiftafólkunum og ert veruliga hugað/ur at geva teimum tað, teimum tørvar.
  • Tú hevur koyrikort - og egnan bil, og tú er sinnað/-ur at brúka hann fyri koyripengar.
  • Vit leggja stóran dent á, at tú breiðir góðan hýr kring teg og ert álitisvekjandi.

Er hetta eginleikar, sum tú hevur? - So vilja vit ógviliga fegin læra teg upp í tí mest lokkandi køksætlanini í vinnuni!

Løn

Tú fært fasta grundløn við provisiónsskipan, pensjónsskipan og heilsutrygging. Tí ert tú sjálv/-ur við til at gera av, hvussu stór lønin verður. Vit hava einki loft á lønini, tú kanst fáa. Tess fleiri køksdreymar, tú gert til veruleika, tess størri ómakslønin og tískil eisini hægri samlað løn.

Vit bjóða

  • Mest lokkandi køksætlan og vøruval í Danmark.
  • Skraddaraseymaða útbúgvingarskrá.
  • Øll neyðug amboð, so tú fært góða byrjan við dyggari upplæring. Tú fert á innanhýsis skeið, so tú er væl tilbúgvin til arbeiðið.
  • Eggjandi prát við tínar køksstarvsfelagar í Danmark.
  • Dynamikk á arbeiðsplássinum og tætt samband millum handil og leiðslu, so ikki er so langt millum hugsan og gerð.

Vt gleða okkum at frætta frá tær.

Vinaliga skriva umsóknina á donskum, av tí at starvsfólkaútvegan fer ígjøgnum donsku deildina. - Vit miða eftir at hava samrøður í viku 31.


Information og data

Denne ledige stilling har jobtypen "Sælger", og befinder sig i kategorien "Kommunikation, marketing, salg".

Jobbet er oprettet på vores service den 25.6.2025, men kan have været deaktiveret og genaktiveret igen.

Dagligt opdateret: Dette job opdateres dagligt ud fra jobudbyderens hjemmeside via vores søgemaskineteknologi og er aktivt lige nu.
  • Sælger
  • Onsdag den 23. juli 2025

Statistik over udbudte jobs som sælgere

Herunder ser du udviklingen i udbudte sælger over tid. Bemærk at jobs der ikke har en bestemt geografi ikke er medtaget i tabellen. I den første kolonne ser du datoen. I den næste kolonne ser du det samlede antal sælgere.

Dato Alle jobs som sælgere
13. august 2025 1573
12. august 2025 1551
11. august 2025 1514
10. august 2025 1460
9. august 2025 1560
8. august 2025 1565
7. august 2025 1530
6. august 2025 1449
5. august 2025 1508
4. august 2025 1510
3. august 2025 1506
2. august 2025 1486
1. august 2025 1368
31. juli 2025 1517
30. juli 2025 1547
29. juli 2025 1537
28. juli 2025 1468
27. juli 2025 1412
26. juli 2025 1418
25. juli 2025 1446
24. juli 2025 1467
23. juli 2025 1460
22. juli 2025 1485
21. juli 2025 1452
20. juli 2025 1460
19. juli 2025 1475
18. juli 2025 1435
17. juli 2025 1440
16. juli 2025 1417
15. juli 2025 1414
14. juli 2025 1474